140x140

Fiskur sum livir í vøtnum í Føroyum

Hvussu nógv kyksilvur er í fiski, sum livir í  vøtnum í Føroyum?  

 

Ein partur av dálkingarevnunum í føroysku náttúruni verða flutt við vindi og regni, og enda soleiðis í jørðini og gróðrinum. Dálkingarevni í jørðini fram við vøtn, enda við tíðini ofta í vøtnunum og teimum verunum sum í tí liva. 

Bleikja úr vatninum á Mýrunum í Vestmanna hevur verið kannað fyri dálkingarevnir síðan 2000. Ein byrging er fyri vatnið, og bleikjurnar hava tískil ikki atgongd til onnur øki, so tey dálkingarevnini, sum verða funnin har, mugu koma úr vatnveitingarøkinum har, ella tí, sum verður ført hagar við vindi og regni. Sostatt kann innihaldið í bleikju siga nakað um, hvussu nógv luftborin dálking, sum td. kyksilvur, verður førd til Føroya.

Kyksilvur í bleikju frá Mýrunum er vaksið síðan kanningarnar byrjaðu í 2000 (Mynd 1)

Mynd 1: Kyksilvur (mg/kg vát vekt) í bleikju frá vatninum við Mýrarnar omanfyri Vestmanna frá 2000 til 2010


Spurningurin er, um tað vaksandi kyksilvurinnihaldið í bleikju er eitt úrslit av, at størri nøgdir av kyksilvuri verða førdar til Føroya við luftini, ella um aðrar orsøkir kunnu vera til hækkingina. 

Orsøkirnar til at kyksilvur er vaksið í bleikju hesi árini eru ikki kendar, og hetta nýtist ikki at merkja, at størri nøgdir av kyksilvuri verða førdar til Føroya, tí fleiri viðurskifti kunnu hava ávirkan á innihaldið av kyksilvuri í bleikju. Viðurskifti, ið viðføra til økta frígeving av kyksilvuri til vatnið kunnu vera vaksandi hiti orsakað av veðurlagsbroytingum, broytingar í føðini hjá bleikjunum ella byggivirksemi á økinum. Harafturat hava bleikjurnar tey seinastu árini vigað minni í mun til longdina, og tað ávirkar konsentratiónina av kyksilvuri í bleikjunum, tí tá skal ein ávís nøgd av kyksilvuri fordeilast yvir minni nøgd av hold, te. minni rúmd, so hetta merkir at tá verður konsentratiónin hægri enn tá sama nøgd skal fordeilast uppá eina størri rúmd. Nærri kanningar krevjast fyri at staðfesta, hvør orsøkin til vøksturin er.

Eisini er vert at nevna, at í Norra og Grønlandi er ávíst hækkandi kyksilvurinnihald í fiski úr vøtnum í hesum sama tíðarskeiði, og tað er komið óvart á, tí annars hevur minkandi kyksilvur verið at sæð í umhvørvinum í nøkur ár.

PCB og onnur lívrunnin eiturevni í fiski úr vøtnum

Hvussu nógv PCB og onnur lívrunnin eiturevni eru í fiskini, sum livir í vøtnum í Føroyum?

Bleikja er lutfalsliga feitur fiskur, og PCB og onnur dálkingarevni, sum eru feittloysilig, verða tískil kannað í flakinum.



Mynd 3: Innihald (µg/kg) av PCB, víst sum CB 153, DDT, víst sum pp-DDE og HCB í bleikjuvødda frá 2000 til 2009.

PCB, DDT og HCB síggja út til at minkað ella standa í stað í bleikjuvødda frá 2000 til 2009 (Mynd 3). Hesin sami tendensurin sæst í m.ø. toskalivur, teistaeggum og spiki frá grindahvali

 

Vilt tú vita meira um kanningar av dálking í fiski úr vøtnum, so set teg í samband við Mariu Dam, tlf 234370, MariaD@us.fo ella Katrin Hoydal, tlf 234371, KatrinH@us.fo

Fiskur - vøtn